Fólk Títt við lovsangi, paukum og trummum

Orð og lag: Kajfinn Hammer

1. Fólk Títt við lovsangi, paukum og trummum,
hørpum og sittarum lovprísar Tær;
fagnar Tær, tí Tú við blóði tey keypti,
sjúkur og syndir og kvøl teirra bar.

Niðurlag: Seráfar, kerúbar og einglar Tær prísa:
Heilagur, heilagur ert Tú vár Guð.
Himlarnir ei Tíni dýrd kunnu hýsa,
Kristus er Guð! – teir basúna tað út!

2. Í óatkomandi ljósi Tú livir,
“Eg Eri” er Navn Títt, mín Guð El Shaddai,
Alef og Taw, ja, hin Fyrsti, hin Síðsti,
tó inn í heimin sum Kristus Tú steig!

3. Turrskøtt um havið út fólk Títt Tú leiddi,
Zebulons land Tær sín vitnisburð ber;
son sjúnamitkvinnunar gavst Tú lívið,
enn Tú í dag júst hin sami jú er!

4. Hóast Tú yvir kerúbum manst tróna
legði Tú leið gjøgnum syndanna dal;
har sjálvt ein dári ei villist av vegnum,
trúgvin á Navn Títt víst frelsa hann skal.

5. Vinur, kom við í hin illtolda skaran,
sum her klárt sannleikan sá: Guð er éin!
Heilagar Skriftir, profetar, ápostlar
kunngera okkum at Guð Hann er éin!

FavoriteLoadingGoym tekstin