Fólkafrøði fyri framhaldsflokkar

Kári P.
Orð og lag: Kári P.

fólkatos og fólkasiður
antin gera fólk seg upp ella grava tey seg niður
hví er tað eg vil aldri tað sama sum eg skal
hvør sendi okkum inn í henda syndadal

einsamøll ella blandað í bólki
royna øll at tekkjast øðrum fólki
spyrja allar ættir og sjálvur eiga svar
niðurstøðan er tað er so synd í mær

tí her er altíð ein onnur tíðaralda
ein annan hátt at vera sum tú heldur hini halda
hárið grønt og skjúrtið vítt
svart verður hvítt og gamalt nýtt

men verj meg várharra tá í føroyskum bløðum
menn øsast upp av andaligum inniløgum
propp í mítt oyra og lás á mín munn
legg so mína meining í ein trygdargrunn

ja fólkatos og fólkasiður
skal eg gera meg upp ella grava meg niður
at vera meir enn hálvur tað er helviti hart
og har tú so ert sjálvur ert tú meir enn fimm kvart

FavoriteLoadingGoym tekstin