Fólkafundur

Christian Matras
Orð: Christian Matras
Lag: Hans Jacob Højgaard

1. Nú ferðast fólk fyri nesini
og sigla inn undir Eið
– ganga so gjøgnum grønan haga
ta longu fundarleið.

2. Ymiskur er tann húsroykur,
ið hongur uppi við fólk
– og ymisk er gongd og húgvuburður,
har tey tyrpast í bólk.

3. Og lyndið er dæmt av heimalívi
slíkan dag sum nú
– og innan kot og knappatroyggju
býr ymisk trá og trú.

4. Mong eru tey í rúgvuni,
sum smæðast seg sjálv og øll,
tí hetta er vaksna manna spæl
ímillum tey høgu fjøll.

5. Tey standa tí sum í kirkjuni
rundan um talarastól,
meðan smálomb jarma so sunnudagsmælt
undir heitari fundarsól.

6. Men summi hvørva í ungari ást
burtur í grøna lág
– og summir vekja ella drepa dreym
við at ganga og smakka sær á.

7. Ein hálvvaksin drongur hentar alt
í hugan á sínari leið
– fundarhátíð og lomb og gras
og dreymar við Gøtueið.

8. Seinni fer hann burtur í lond,
førdur av lagnu og trá
– tá livnar í onkrari løtu alt,
á Gøtueiði hann sá.

FavoriteLoadingGoym tekstin