Fólkið frælst

Orð: Steinbjørn B. Jacobsen
Lag: Spanskt fólkalag

1. Tíðin var myrk, korini trong,
fólkið í Føroyum fekk so ein song.

2. Sangin um frælsið, áræðið og mót,
dugur var í tí føroysku rót.

3. Sangur um frælsið nørdist og vaks
bliknaði myrkrið, búgvið stóð aks.

4. Tíðin er myrk, málini mong,
aftur skal fólkið syngja ein song.

5. Mót til at stríðast einaferð enn,
framburð til fólkið frælslyntir menn.

6. Standa vit saman einaferð enn,
vinna vit vónina, verða til menn.

FavoriteLoadingGoym tekstin