Fólkið í Føroyum

Orð: Símun av Skarði
Lag 1: Regin Dahl
Lag 2: Ludvig Mathias Lindeman
Viðmerking: Yrktur 22. februar 1913.

1. Undir tungum trælaoki
fólk í Føroyum leingi var,
hatrið heitt seyð undir loki,
tordi tó ei geva svar.
Fyri mongum donskum fúta
máttu Føroya bøndur lúta
her á síni egnu jørð.

2. Besta ogn, sum fólkið átti:
móðurmálið dýrt og kært,
úr hásætu víkja mátti,
valdsmenn trokaðu so hart.
Føroya tunga gamla, góða,
ei í kirkju mátti ljóða;
danska málið sessin tók.

3. Minnist eg á sorgartíðir,
tá ið fólkið trælkað lá,
tá ið valdsmenn illir, stríðir,
settu hælin omaná -,
tá ið fólk í eymd her bløddu,
meðan útlendingar gøddu
seg av fólksins dýru ogn.

4. Horvið er nú reystmans dirvi,
sum í fornøld treivst so væl.
Ei er løgið alt er stirvið;
lívið beyð ei leik og spæl.
– Tó sæst tjóðin enn at bragda,
og vit síggja gøtu lagda,
sum ber fram á ljósa leið.

5. Tungt mangt takið enn er eftir,
mangt eitt sár má verða grøtt,
ruddast burt má mangur klettur,
áðrenn gøtan verður sløtt –
gøtan, sum vit mugu ganga,
um vit eftir ótið langa
vilja vinna fullan rætt.

6. Fullur rættur er fyrst vunnin,
tá ið Føroya tunga hvøll,
upp úr sálardýpi runnin,
ljómar rein í kirkjuhøll,
– ljómar rein í skrift, í orðum,
so hon nú eins og í forðum
hásæti her skipa má.

7. Vilja vit í semju møtast
til at verja væl várt mál,
tá kann gamal skaði bøtast,
tá kann birtast upp eitt bál,
sum skal lýsa bjart í Føroyum
fyri frælsum manni hvørjum,
ið vil vera føroyingur.

FavoriteLoadingGoym tekstin