Fór tín lívssól í kav

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Fór tín lívssól í kav
yvir tíðanna hav,
hóast Jesus tær hond hevur rætt?
Statt ei longur og star,
loys frá landi og far,
tú skalt sanna, at Orð Hans er satt.

Niðurlag: Loys frá landi og far,
Jesus hond rættir tær,
stíg á vatnið út, trúgv á Hans Orð.
Yvir dýpið tú sær,
Guðs Genesaret bar,
har ið Jesus tær heilsar umborð.

2. Hann í bát fór umborð,
boðaði har Guðs Orð,
og Hann skararnar mettaði væl.
Hann hin sami er enn,
lívgar neyðkomnar menn,
Hann við umsorgan metta teg skal.

3. Tyngir myrkur og neyð
og í iva tú gleið,
tó frá Himlinum Jesus teg sær.
Og í roynslunnar stund
kemur Hann á tín fund,
Hann ein hjálpari altíð tær var.

4. Tú í trúgv doypast má’,
teg Hann salva vil tá,
tóma bikar títt fyllir sum svar.
Hansar’ máttuga hond
brýtur sjálvlívsins ond,
og tú sannar, Hann er tann Hann var.

FavoriteLoadingGoym tekstin