Før tú okkum, Gud Jehova

Orð: William Williams
Lag: Rowland H. Prichard, John Hughes
Týtt: Victor Danielsen

1. Før tú okkum, Gud Jehova,
gjøgnum oyðimørkina!
Veik vit eru, tú ert sterkur,
okkum tak í hondina!
Breyð av Himli, breyð av Himli
ríkligt send til okkara!

2. Opin er hin krystalkelda,
lívsins reina sannleiksflóð;
tú vár klára leiðarstjørna,
kraft og hvíld, er sálin móð,
sterka verja, sterka verja,
lívd og skjøldur, borg so góð!

3. Okkum halt við tína síðu
og í náði tíni her,
so vit, meðan enn vit líða
á tí trongu lívsins ferð,
aldri gloyma, aldri gloyma,
náði bert hjá Gudi er!

4. Skjótt vit Jesu rødd nú hoyra,
skjótt hans ásjón skulu sjá,
og tá so vit eru heima,
fult hans kærleik kenna fá.
Kom tó, Jesus, kom tó, Jesus!
Okkum leingist heim at ná.

FavoriteLoadingGoym tekstin