Í forðum gjørdi Guð máttug undur

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Í forðum gjørdi Guð máttug undur,
Hann Fólk Sítt fríaði mangar stundir;
við Jesu kross eg við sanna fekk:
Hann gongur enn har, Hann áður gekk!

Niðurlag: Hann gongur enn, har Hann forðum gekk,
ja, somu leiðir, Hann áður gekk!
Og, prís til Guð, eg uppliva fekk,
Hann gongur enn, har Hann forðum gekk!

2. Hann gongur leitandi enn sum áður,
at finna burtvilst Hann leitar tráur;
og tá Hann finnur eitt lamb í neyð,
so eymt Hann leiðir tað til Sín seyð.

3. Hann letur støðugt Sín Anda falla,
og hjørtu aftur til Sín man kalla.
Sjálvt um eg fór undir kistuborð,
tá halda enn Hansar’ lyftisorð!

4. Hann brúkar enn tann, sum her er einki,
at frelsa onnur úr syndaleinkju;
og um tú kemur til Frelsaran,
ein sannan vin tú tá finna man.

FavoriteLoadingGoym tekstin