Forðum søkti eg, áh, Harri

Albert Benjamin SimpsonVictor Danielsen
Orð: Albert Benjamin Simpson
Lag: William J. Kirkpatrick
Týtt: Victor Danielsen

1. Forðum søkti eg, áh, Harri,
eina signingar frá tær,
søkti eina tínar gávur –
nú tú sjálvur alt ert mær!

Niðurlag: Jesus, Jesus, Jesus eina,
tú ert vorðin alt hjá mær,
alt á jørð og alt í Himli,
alt eg havi nú í tær!

2. Fyrr á kenslur bert eg bygdi,
nú á orð títt byggi eg,
og tann Himmal, ið eg søkti,
fann eg við at kenna teg.

3. Eitt sinn frið í tí eg søkti,
sum eg gjørdi fyri teg;
nú er tað mín friður vorðið,
sum tú gjørdi fyri meg.

4. Áður helt eg mær við Jesus,
nú, nú heldur Jesus mær;
ei við streyminum eg reki,
hann meg varðar trygt hjá sær.

5. Leingi bar eg tungar byrðar,
nú ber hann tær fyri meg;
hvat eg eri, var og verði,
Jesus tók tað alt á seg.

FavoriteLoadingGoym tekstin