Førdur varð Stefan, Guds vitni, til jødiska ráðið

Orð: Petur Jacob Sigvardsen

Førdur varð Stefan, Guds vitni, til jødiska ráðið,
fullur av Heilagum anda, av Guds kraft og náði.
Undur og tekin so stór millum fólkið hann gjørdi.
Andstygd tað voldi, teir lygnara mót honum førdi.

Ráðharrar hoyrdu hann himmalska boðskapin boða,
ásjón hans tóktist teim eingilsins meinlík at skoða,
tá upp hann leit – og var fullur av Heilagum anda,
himin hann sá, og har Jesus við lið Guds at standa.

Stefan tá álopin varð og úr staðinum drigin,
bað fyri bøðlunum, tá hann við steinum varð vigin:
“Lat hesa synd ikki til lutað teimum nú verða,
Jesus, tak anda mín,” – síðsta hann kundi fram bera.

Stefan, Guds blóðvitni, kundi ei trúgv sína vraka,
lýðin til deyða hann krossin á seg vildi taka.
Hvør tann, ið Jesusi trúfast vil fylgja á foldum,
bera má krossin, til likamið hvílir í moldum.

Heilagi andin har blóðvitnis sáðið út breiddi,
Saulus frá Tarsus so seinni til trúnna tað leiddi.
Gævi tí, Kristus, at frelsunnar livandi sáðið
birtir í hjørtunum trúgv – av Guds miskunn og náði.

FavoriteLoadingGoym tekstin