Forelskaður sjónleikari

Orð og lag: Finnur Koba

Hey, hey, gev mær ost upp á breyð
Vit bæði eru í neyð, tí eingin sær á mær
At eg eri follin fyri tær

Kom, kom, set teg á songina
Nina, nina, nina, tað skal nokk loysa seg
Tí eg elski teg

Legg bókina frá tær
Og kom ein túr við mær
Summar er, og alt er all right
Men tú fært ei at vita mína hemmiligheit

Tí í eitt longri tíðarskeið
Eri eg gingin á tína kærleiksleið
Í tvey ár havi eg nú tagt
Summi halda kanska, at tað er feikt
Tín sjón er nóg mikið
At nøkta mín tørv í heila tikið
Tí tað er so lætt
Tá man dugir at spæla sjónleik

Sig, sig, hvønn tú vilt fylgjast við
Tí eg vil vita, vita, vita alt um teg
Ert tú til kaffi ella te

Men, men, vit taka ein ting í senn
Nina, nina, nina, tað skal nokk loysa seg
Tí eg elski teg

Legg bókina frá tær…

Hjartasorg
Tað var alt, sum tú gav
Tú rýmdi av borg
Og rendi meg beint, rendi meg beint útav

Legg bókina frá tær…

FavoriteLoadingGoym tekstin