Føroya fólk

Orð: Poul F. Joensen
Lag: Knút Olsen

1. Væl eru fátæk vit og smá
og ússalig og veiklig á
tí lagnutunga degi.
Í armóð livdu fedrar her;
men berlig kor hvast vitið ger,
ber trúgv á egna megi.

2. Vit stongdust mitt í Atlants sjó
í beiskum stríð’, men gloymdu tó
ei andans stjørnuleiðir.
Við eldskrift ritar søgan bjart,
hitt dólska niðurtraðkað var,
hin vitri framtíð eigur.

3. Tann tjóð var ærukrýnd og frí,
sum gloymdi ei, tó beiskt var stríð,
seg búna væl at gera.
Tú vitnaði í túsund ár
um, hvat ein fáment tjóð formár,
í neyð og sorgum herðað!

FavoriteLoadingGoym tekstin