Føroya kynið

Jóannes Patursson
Orð: Jóannes Patursson
Lag: Vísulag (So herligt og so væl)

1. Í túsund ár og meira aftrat
her okkara ætt á steinunum sat.
Her baksa vit enn, nú skal tað skjótt muna.

2. Her hevur hon búð og baksað sum best
bæði summar, vár og vetur og heyst.

3. Teir gomlu teim ungu lunnindi bóru:
trúskap fastan um arvin svóru.

4. Teir fornu svóru ungum trúskap í hand:
aldri at svíkja Føroya land.

5. Sum teir at vera Føroya menn –
tey boð tey berast til okkara enn!

6. Ja, kundu vit allir tað sansað rætt,
tá hevði tað skjótt í Føroyum batt.

7. Kendi føroyingur aftur við sjálvum sær,
at hann av sonnum føroyingur var.

8. Tá gróðu brátt aftur tey ólívssár,
sum vit hava fingið ár eftir ár.

FavoriteLoadingGoym tekstin