Føroyalands skál!

Orð: Andrass Sámalsson
Lag: Fjallprúða heim

1. Føroyalands skál!
Hvør, sum ber góðsku til heimið,
drekki við gleði og gleimi
Føroyalands skál.

2. Føroyalands gagn
ynskja vit øll til at fremja,
stríðast mót tí, sum kann lemja
Føroyalands gagn.

3. Svart sær tað út!
Trongt er av sjálvgóðsku-sveipum,
ósemju, útlendskum keipum,
svart sær tað út.

4. Føroya fólk!
Einans er bót fyri bága,
fosturlandssinnið má ráða,
Føroya fólk.

5. Kvinnur og menn!
Latið ei kærleikan kólna,
lat ei ta blómuna følna,
kvinnur og menn.

6. Øvund og hat
mergin mat súgva úr beini;
tað verður Føroyum at meini,
øvund og hat.

7. Fjallføra fólk!
Reis teg nú aftur á føtur,
leita upp stíggjar og gøtur,
fjallføra fólk.

8. Føroya skál
drekkur hvør fosturlandsvinur,
Føroya døtur og synir,
Føroya skál.

FavoriteLoadingGoym tekstin