Føroyar eru fagrar

Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Regin Dahl

1. Føroyar eru fagrar
við fjøllum og fjørðum,
blánandi bylgjur um brimhvítu strond.
Grønskandi bøur við grótgjørdum gørðum,
reinskolað fjøra við rodnandi rond.
Hátt yvir hamrar og dalar og líð
reisa seg reystvaksnir tindar av skørðum;
himin er heiður, og útsjónin víð.
Fagrari finst ei á jørðum.

2. Føroyar eru fagrar, tá fannirnar fylla
lágir og gjáir og djúpastu gil.
Flykrurnar troyttar av leikinum villa,
leggja eitt lok yvir tjarnir og hyl;
silvurbjart lak yvir svøvntungu á,
reinhvítur kavi, hvar eygað enn skoðar;
glitrandi stjørnur á himlinum blá’;
norðljós í loftinum logar.
3. Føroyar eru fagrar á livnandi vári.
Frískasta gróður úr følnaðu líð
lokka upp lýkkan og himmalin klári,
lombini leika so lætt og so blíð.
Fiskurin flokkast um grynnur og mið;
fuglurin leitar sær aftur til landa.
Fegnar seg fólkið og fenaður við!
Lættliga alt tykist anda.

4. Føroyar eru fagrar, tá sólin hin bjarta
oysir sín eld yvir dalar og fjøll,
glitrar og glógvar á havi, sum var tað
gyltasti salur í gullkongsins høll.
Ringir seg lundin um bergini prúð,
sveimandi songur í luftini glíður.
Hagin er klæddur í fagrasta skrúð,
angar av blómum so fríður.

5. Føroyar! tit aldu teir fríbornu seggir,
viðgitnir vóru í fornari tíð;
aldri teir óttaðust britrastu eggjar,
reystmenni mikil í frið’ og í stríð’.
Blóðug á bunka fell jómsvíkings hond;
kendist í Hólmgørðum Sigmundar skúta.
Turkar og írar á havi og strond
máttu for Magnusi lúta.

6. Føroyar várar føgru! tit eiga enn dreingir,
royndar í verki og virdar sum menn;
rætta teir ryggin, og spenna teir streingir,
sýna teir stirðil í knotunum enn.
Fedrarnir góvu oss minnini dýr,
ránsmenn nú vilja tey frá okkum stjala;
men meðan frælslyndi í okkum býr,
orka teir ei tey at fjala.

7. Elska vit havið og hamrar og fløtur,
elska vit Føroyar, várt fagnaða heim.
Saltastu slóðir og brattastu gøtur,
skiftandi sorgir og lyftandi gleim
unglingar vandu til harðbalnar menn.
Vilja so ódnir og illmenn oss herja,
ornar vár hugur, við fótum í spenn’
móðurland vilja vit verja.

FavoriteLoadingGoym tekstin