Føroyar mín drotning

Orð og lag: Heri Nolsøe
Viðmerking: Yrktur í mai 2008.

Føroyar mín drotning bjørt liggur tú her,
steyrrøttu bjørgini – svørt grá og ber,
teska ein summarsang út yvir hav,
meðan hin velduga sól fer í kav.

Føroyar mín drotning – Føroyar mítt land,
av fjallatindi í fjørusand,
skýflókar fløkjast og reka í kring,
streingir og íðir mala í ring.

Fláirnar, gjáirnar rópa títt navn
alt meðan havið teg tekur í favn,
summarskrýtt oyggjaland brettir sær á,
havfløtan speglandi alføgur blá.

Føroyar mín móðir – Føroyar mítt land,
av fjallatindi í fjørusand,
skýflókar fløkjast og reka í kring,
streingir og íðir mala í ring,

Føroyar nú klæddar í fínasta stakk,
tindarnir fossarnir kvøða tær takk,
grasgrønar líðir – nú sólin hon sær,
summarsins lot fríska orku mær bar.

:: Føroyar mín drotning – Føroyar mítt land,
av fjallatindi í fjørusand,
Bleiktrar í vindinum bjartasta vón,
Merkið í frískleika litføgur sjón.::

FavoriteLoadingGoym tekstin