Føroyar mín móðir

Orð: Poul F. Joensen
Lag 1: Knút Olsen
Lag 2: Eivør Pálsdóttir

1. Føroyar mín móðir títt signaða navn
í hjartanum rúnarrist stendur
títt sorgblíða bros
títt mjørkaloft dró
tín son sjálvt við sólgyltu strendur

2. Um tú var alt bjart
sum eg hugsa mær kann
ein blóma frá paradis strondum
ein perla mót øllum í heiminum var
ja valdaði ríkjum og londum

3. Tá kvað eg tær kanska eitt stoltari lag
eitt kvæði av brimdun og toru
men kundi ei elskað teg hægri enn nú
mítt friðlýsta heim móti norði

FavoriteLoadingGoym tekstin