Føroyar mítt land

Orð: Janus Djurhuus
Lag: Jógvan Waagstein

1. Føroyar mítt land,
o, havborgin fríða!
Sjóðandi streymar og syngjandi íða –
stynjandi urgur, tey fjølbroyttu tól –
tindtempul høga
í setandi sól!

2. Føroyar, mítt land,
o, havborgin fríða!
Stormsøkt, – tey herljóð dynja so víða –
landnyrðingsmessur um hamranna stól –
tindtempul høga
í setandi sól!

3. Føroyar, mítt land,
o, havborgin fríða!
Teg vil eg verja, í orrustu stíga –
stríða sum hetjan, tá blóðhanin gól –
tindtempul høga
í setandi sól!

FavoriteLoadingGoym tekstin