Føroyingar lat oss nú standa saman

Sámal Jacob Debes Olsen
Orð: Sámal Jacob Debes Olsen
Viðmerking: Yrktur 13. juli 2014.

1. Føroyingar lat oss nú standa saman,
latum okkum verja forna sið,
brynji tykkum allir mótið Watson,
standi allir sterkir lið við lið!
Latum okkum verja landið kæra,
sum jú okkum øllum dámar væl;
latum okkum høgt teir gomlu æra,
okkum tað til frama verða skal.

2. Føroyingar lat okkum stoltar verða,
spik og tvøsti gagnar okkum enn,
legg ei í hvat “Pálarnir” teir siga,
hesa føði tola rættir menn.
Latum okkum verja landið kæra,
sum jú okkum øllum dámar væl;
latum okkum høgt teir gomlu æra,
okkum tað til frama verða skal.

3. Weihe mangan man eg hoyra siga,
Grindin dálka er av PCB,
Hví man hann um karnetini tiga?
Tá tvøsti bjargar oss frá CTD.
Latum okkum verja landið kæra,
sum jú okkum øllum dámar væl;
latum okkum høgt teir gomlu æra,
okkum tað til frama verða skal.

4. Watson hann ei sleppa má, at ráða,
um vit halda góðan fornan sið,
lat hann bara okkum spotta, háða.
Haldi á! Hóast ei vit fáa frið.
Latum okkum verja landið kæra,
sum jú okkum øllum dámar væl;
latum okkum høgt teir gomlu æra,
okkum tað til frama verða skal.

FavoriteLoadingGoym tekstin