Føroyingar

Orð og lag: M.C. Restorff
Viðmerking: Yrktur í 1986.

1. Gott er her á Føroya landi,
fáur ivast man um tað,
og leitaði tú víða,
tú fanst neyvan betri stað.

Vit føroyingar ynna landið
frá fjøru til fjallatind.
Ikki fæst ein smakkbetri biti
enn seyðarhøvd, spik og grind.
Hjallurin er í sjónum –
ein gáva frá Skaparans hond.
Hon evnaði mørin í fólki,
sum búleikast her á strond.

2. Enn er mangur, sum man minnast
heldur tungført húsarhald,
tá sjógvurin var kargur,
og máttloysi tók sær vald.

Vit føroyingar ynna landið
og finna nýtilig ráð.
So er enn á hesum klettum,
tó mangt er, sum brýtur frá.
Sum varðar standa garðar
og minna á mong arbeiðsgrev.
Teir settust til árar og sungu
til Gud – hóast mikið strev.

3. Henda tíðin er nú farin
og vit leggja á annan bógv,
úr útheimi koma árin,
sum broyta lívsvirðini nógv.

Vit føroyingar ynna landið,
ein depil í hesi verð.
Merkið fólkinum nú veittrar:
Ver ansin, um ilt er á ferð.
Kom leggið íðin eftir
at verja mikilsverd mál,
:/ so lívsdygdin altíð er eyðsýnd
í Føroya fólksins sál. /:

FavoriteLoadingGoym tekstin