Føroyska málið

Orð: Fríðrikur Petersen
Lag: F. Pacius
Viðmerking: Yrktur til føstugangsveitslu í Keypmannahavn 1878

1. Hvat kann røra hjartastreingir?
Hvat kann reystar gera dreingir?
:/: Tað er móðurmál. :/:
Hvat kann teg í sorgum troysta?
Hvat kann tendra gleðineista?
:/: Tað er móðurmál. :/:

2. Hoyrið brim um strendur brúsa!
Hoyrið storm í fjøllum súsa!
:/: Tað er Føroya mál. :/:
Hoyrið foss á klettum spæla!
Hoyrið dvørg í homrum tala!
:/: Tað er Føroya mál. :/:

3. Hoyrið jarma lambið káta!
Hoyrið fugl í haga láta!
:/: Tað er Føroya mál. :/:
Hoyrið fyri veiðu góða
takkarsong frá bátum ljóða!
:/: Tað er Føroya mál. :/:

4. Hoyrið dans í stovu ganga!
Hoyr um kappar kvæðið langa!
:/: Tað er Føroya mál. :/:
Hoyr við grúgvu mannin gamla
børn um fornar søgur samla!
:/: Tað er Føroya mál. :/:

5. Tú mást bæði úti og heima
dýrt sum reyðargullið gloyma
:/: væl títt móðurmál. :/:
Djúpt í tínum egna barmi,
:/: ljóði Føroya mál. :/:

FavoriteLoadingGoym tekstin