Fótafet á nátt

Orð og lag: Uni Arge

Sært tú alt sum strýkur skjótt framvið
á luftini øll skýggini í frið
tey reka langa leið og hvørva har
sum onki eyga sær

Hoyrir tú alt tað sum tagnar brátt
í bjørgum sova fuglarnir í nátt
og havið runar aftur fram við strond
tað skilir sundur lond

Eg vil njóta hetta lítla bil
og kenna at eg beint nú eri til
eg haldi at eg fati hvat tað er
alt kemur og tað fer

Í haganum smá fótafet á ferð
tey fl yta seg í frostinum sum er
eg hómi øll tey sum eg kendi tá
og aldrin aftur sá

Eg vil njóta hetta lítla bil
og kenna at eg beint nú eri til
eg haldi at eg fati hvat tað er
alt kemur og tað fer

Eg gangi aftur út í náttina sum komin er
og havi við tann dagin sum nú fór
og hondin sum meg hitar
hendan hondin hon er tín
og er hon altíð mín

Sært tú alt sum glitrar nú sum gler
eitt stjørnuhav á luftini tað er
og norðanljós er har og brátt tað var
so ongin meir tað sær

Eg vil njóta hetta lítla bil
og kenna at eg beint nú eri til
eg haldi at eg fati hvat tað er
alt kemur og tað fer
alt kemur og tað fer

FavoriteLoadingGoym tekstin