Frá bygd to bý

Orð og lag: Swangah Dangah

Niðurlag: Hetta fer út til alt Føroyar, 18 oyggjar, vit liva og doyggja har, so minst til! Hetta fer út til alt Føroyar!
Gev mær meira grind (kom!), fokk um tað er synd (kom kom við!).
Hetta fer út til alt Føroyar, 18 oyggjar, vit liva og doyggja har, so minst til!
Hetta fer út til alt Føroyar! x3

1. Cren: Eg var føddur i 80´unum, við tí skeiva roykinum i lungunum, ein 9mm i munninum.
Aldrin runnið, fari aldrin at renna! Skrivi til min pennur fer at brenna, hoppi i mítt track-suit og
aftur at selja, lat meg fortelja:
Eti svín uttanfyri hjá Muldi, Suðuroy, Norðoy, Brixton Bully, eitt sinnisjúkt hospital, eg renni runt við!
Nakrir kaldir klettar (Steen: Cren er fokkin svangur) og flettir alla kappingina upp, sum veðrar.
Og hetta prentar SD á New-Era keppar. Hjarta bankar, tá vit eyguni senda.
Tí sjálvt um flogfarið ikki lendir, fer mín høgra hond altíð at gera tað betur.
Fokk eitt fróðskaparsetur, fái karakterir ígjøgnum øll míni problemir.

2. Steen: Vælkomin til Føroyar har tjaldrið er eitt beist, seyðarhøvd, skerpikjøt, føroyska húgvan situr skeivt.
Vit liggja nr. 1, greitt krevjandi. Vit tóku tað, sum Elin í Stórustovu kenni eg positiónina.
Eingin betur her, ja, tað hevur tú rætt í. Frá Vestmanna til Skopun, og skund til Klaksvík.
Alt mítt er svakt rím, sum hjartað er lagt í. 24/7 mín vakt tíð er altíð.
Vit hanga í, so kom og fokkin fylg okkum. Øll Føroya fólk siga: (FOKK PAUL WATSON!)
Sjúkur, djúpur føroyingur við grindaknív, trúgv mær, eingin vil síggja eina mynd av tí.
Vit koma stormandi við fullari ferð og um barrin er opin, so drukna vit her.
Swangah Dangah – tríggir leysir búrhundar, og pulsurin í rappi er tað, ið nú dundrar.

3. Ragnar: Við Tórshamarinum í hond, vit smekka beint á høvd,
so tað verður fest fast, orðini vera ei gloymd!
Føroyskt rap, ja, vit gera eina roynd og sláa alt niður sum hoyggj.
Representera hvørja bygd, og hvørja oyggj! (Hvar eru vit staddir?)
62 norð, 6, 45 vest. Hoppa umborð, tær tørvar ein bjargingarvest.
At royna at flowa við okkum, er sum ein vitleys test,
tí alt vit gera, er gjørt av mót og respekt.
Kaldar føtur møta sjálvsálit og intelligens,
víkinga blóð, tríggir kleyvarir og eitt sindur Írskt held.
(Øll eru blást her,) vit skylda bara uppá veðrið.
Fokk Black Sheep, eg drekki blóð úr einum veðri!
Standi við rættum ryggi, sum Nólsoyar Páll,
brenna torv og blæsa Risan og Kellingina um koll!
Hetta er føroyskt, hetta er mergjað, hetta er rátt,
tit snerkja tí hetta er “in your face” sum tit merkja.
So kooom núúú!

FavoriteLoadingGoym tekstin