Eg frá Gudi eini boð fekk at bera

Orð og lag: William A. Ogden
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg frá Gudi eini boð fekk at bera,
tey boð til tín eg beri nú:
Tú til frelsu hevur einki at gera,
um tú trýrt, so verður frelstur tú.

Niðurlag: Hygg og liv, mín vinur, liv,
hygg á Jesus nú og liv!
Satt er orðið, og tað vert er at trúgva:
Einki gera, eina hygg og liv!

2. Tað er fult av kærleika og av friði,
hitt boðið, sum Gud sendir tær;
hjarta mítt fann frið í tí, og eg sigi,
tú skalt finna tað, sum eg fann, har.

3. Ævigt lív er nú í dag til at fáa,
um bert tú tekur móti tí;
trúgv á Jesus, og tú hvílu skalt náa!
Tá skal enda alt títt tunga stríð.

FavoriteLoadingGoym tekstin