Frá Guðs Halgidómi flýtur

Orð og lag: Karl Gustaf Sjölin
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Frá Guðs Halgidómi flýtur
Tempulkeldan sum ein flóð,
frelsugleðin har ei trýtur,
streymurin er Lambsins blóð!

Niðurlag: Væna Flóð, Lambsins blóð,
fyri teg finst ævig frelsa her!
Sál, kom við,
trúgv og bið,
flóðin sæla frelsu ber!

2. Longri út teg Andin leiðir,
– túsund alin!, inntil tú
ríkdóm frelsunnar víst eigur,
flóðin ber teg, – far júst nú!

3. Longri út tú víst mást stara,
lít á blóðið, far avstað!
Allar bindingar lat fara,
alt títt egna, kasta tað.

4. Longri út! – og tú skalt sanna,
Andans kraft hin veika ber;
Jesus gerst tær alt, – alt annað
fyri tær tá svinnur, fer.

5. Longri út, – og vend ei aftur,
longri út, tú Brúður Krist!
Tá ein dýrabarur skattur
Jesus tær er vorðin vist.

FavoriteLoadingGoym tekstin