Frá himmalskum sendiboð tíðindi glað

Týtt: Victor Danielsen

1. Frá himmalskum sendiboð tíðindi glað
hin skelvandi sálin nú fær:
Gud frið yvir heimin boðar í dag,
alt gleðist, tí Jesus er nær.

Niðurlag: Júst nú kemur Jesus framvið,
júst nú kemur Jesus framvið!
Um stór synd tín var,
hann spyr eftir tær;
júst nú kemur Jesus framvið!

2. Tey tíðindi boða um frelsu og vón,
og eingin er burt koyrdur, nei!
Hin deyði fær lív, hin blindi fær sjón,
har Jesus fer fram sína leið!

3. Tann Jesus, hann ynskti Sakeus at sjá
og skammaði seg ei við tað;
hans hjarta fekk frið og heilsubót tá,
og hús hans alt frelst varð hin dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin