Frá Klaksvík hoyrdist sjongur

Orð og lag: Ókendur
Viðmerking: Yrktur undir læknastríðnum í Klaksvík.

1. Frá Klaksvík hoyrdist sjongur
slíkt hoyrist ikki longur
um stóra læknastríð.
Tá Fischer læknan vardi
og allar teir, hann bardi,
sum vildu leggja uppí.
Tí harraboð var frætt í øllum skundi
um stóra samtykt gjørd í Oyrarsundi
á harrafólka læknafelags fundi
at Halvorsen skal kippast eins og lundi.

2. Tá Kristian hetta hoyrir
tá er hann ikki moyrur
men leggur doyðin á.
Hann fór til ríkishøvdið
og yvirvald seg skøddi
at fara norð í Vág.
Men illa gekst teir víkingar at temja
teir mundu alt tað stýrisfólkið lemja
sum nakkalangir vendu heim at gremja
baptistar og missión kann eingin temja.

3. Nú heimastýrið jarmar
og læknafylgið larmar
sum sat við sviðusoð.
Og kongsins ráð við megi
tað játtaði so fegið
at Kampmann fór á flog.
Ein spelkin Viggo setir seg við róðrið
føroyavinur eri eg so góður
eg bjóði teimum gull og grønar skógir
eg greiði allar fløkjur uttan lóður.

4. Frá Danmark hoyrdist sjongur
ja, bæði ráð og kongur
teir fullu heilt í fátt
tá gallróp nýtt teir frætta
og tí vit okkum hætta
at taka upp annan tátt.
Tí yvirvald í Havn á øðrum sinni
har norðuri er bukað og stongt inni
og kongsins umboð sat við rivnum skinni
hann næstan dripin var av ørgu kvinnu.

5. Á danastjórn kom hvøkkur
tá boð úr Føroyum røkkur
tað fullu harðlig orð.
Tí vinnur trøllið illa
vil danaveldi ridla
og detta heilt í sor.
Og ein røddur Hansemann stakato
við gráturødd sær vendir nú til NATO
send heimalomb við bumbum og granato
at temja fólk í Klaksvík desperato.

6. Hvør snøkil stóð á tambi
á gylta heimalambi
teir settu risaferð
teir harrar eru reystir
sum ramir torubrestir
tá einki áfatt er.
Og meðan sterkir krákumenn ei dvína
at skapa frið og Halvorsen at týna
vil Olgar gamli fram í leikin trína
og mosagrógvin brandin hann man brýna.

7. So er sagt í søgum
frá harrafólka bløðum
at nú er kvirt og stilt
og friður er har norði
tí Olgar slær í borði
og ræðir hvønn ein pilt.
Og harra læknar kunnu hovera
danastjórn og Føroyar kapitulera
læknamenn og krákumenn regera
so var endin, ja tað man so vera.

FavoriteLoadingGoym tekstin