Frá Ljósins Ríki steig Guðs Sonur niður

Orð og lag: Herbert Brander
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Frá Ljósins Ríki steig Guðs Sonur niður
sum menniskja í líki tænarans,
vár javnlíki í øllum her Hann gjørdist,
varð freistaður í øllum korum mans.

Niðurlag: Hann gongur um, ger væl og hjálpir øllum,
Hann byrðar ber og lekir hvørt eitt sár.
Hann er við Andanum hjá einsamøllum,
ber gjøgnum lívið heilt til ellisár.

2. Tú enn í dag Hans fótafet kanst hoyra
nú er tín frelsustund, á, ger títt val.
Um bert tú nart við faldin av Hans klæði,
tá vellir heilsubótin til tín sæl.

3. Tín neyð er stór, títt fall tú sáran iðrar,
tín trúgv ov veik og sveik á royndarstund;
men hoyr, Hann býður tær at koma aftur,
Hans náði nær til tín á evstu grund.

4. Í dag fer Jesus fram við hjarta tínum,
hvør veit um aftur Hann teg vitja man?
Sig, vilt tú ei til Frelsaran tær venda,
nú áðrenn sól tín ævigt seta man?

FavoriteLoadingGoym tekstin