Frá stormi og frá ódn, sum sló

Orð: Hugh Stowell
Lag: Thomas Hastings
Týtt: Victor Danielsen

1. Frá stormi og frá ódn, sum sló,
frá djúpu, tungu sorgarflóð
eitt stað Guds børnum hvílu ber:
Við náðisætið friður er.

2. Tí hann, sum vára møði sær,
við gleðiolju salvar har;
eitt stað fram um øll onnur søtt
er hetta fyri hjartað møtt.

3. Hvar er tó onnur hjálp at fá,
tá hold og Djevul herja á,
tá mót og trúgvin svíkja – hvar,
um náðihásætið ei var!

4. Har andin skyldar andar fann,
har vinur vini møta kann;
tó spjadd um oyggjar, lond og fjøll,
við náðisætið finnast øll.

FavoriteLoadingGoym tekstin