Frá Sunnivu dóttir kom

Orð: Dánjal Nolsøe
Lag: Amerikanskt fólkalag

1. Frá Sunnivu dóttur kom brævið til mín
at biðja meg flyta úr Føroyum til sín.
Hjá henni og Holger eg var skamma stund,
á ellisheim fór so í Charlottenlund.
Nú kyrrar við strendur og luftin er køld,
hann høgur í ættini verður í kvøld.

2. Tí, Sunniva barnið, tú segði við meg,
at gomul og ung rigga best fyri seg,
og at Holger og børnini tey krevja sítt,
men at tit skuldu vitja meg ofta og títt.
– Har vesturi sólin seg stingur í kav,
eg meini, í Malmö hann køvir nú av.

3. Í Danmark er veðurgott, fólkið er blítt,
men torført at skilja, øll eru so títt.
Her sunnudagsklæddur hvønn gerandisdag
í hatti og slipsi eg mali av stað.
– Eftir Sundinum ein installeringur fer,
ein tveytakts motorur í bátinum er.

4. Oh, Hanus í Horni og Tummas í Búð
og Sakaris bróðir, hvar rógva tit nú?
Her spæli eg rommy og ludo og dam
við inspektør Olsen og gomlu frú Gram.
– Á Eyðunsrók fygla teir lomvigar skjótt,
og lesning í Rytustakk leggja teir brátt.

5. Men nú eina náttina meðan eg svav,
so legði eg aftur við tykkum í hav,
og landið í havsbrúnni blánaði, tá
ið Uttasta Grímsmið vit komu framá.
– Har ið Hamarssker festist í Ásmundarnes,
og Tórgeirsberg loysnar úr Grønadalsfles.

6. Tá barst tað mær knappliga fyri, sum at
eg sunnudagsklæddur á lærbekki sat,
og horvin úr sessi var manningin øll,
og kámaðust burt bæði klettar og fjøll.
– Ein andvekurs máni mær skyggir á song,
og neonljós blaktra á útnyrðingsdrong.

7. Á sunnanfjørðsleiðum eg kunnigur var,
kann vera, at onkur enn ørminnist har
ein mann, ið æt Jaspur í Jenisartrøð,
sum røktaði haga, skar torv og bar tøð.
– Ein fúnaður bátur á Oyrasundsmøl við eyðkendum sniði frá
stavni í kjøl.

FavoriteLoadingGoym tekstin