Fræ í frosti svevur

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: A. Frostenson
Lag 1: Sigurbjørn Einarsson
Lag 2 (2007): Knút Olsen
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 1994.

1. Fræ í frosti svevur,
kuldin ei týnir tað.
Drottins vald á vári
vekur nýtt blómublað.
Alskur hans gevur
øllum lív og skjól.
Gud, tín kærleiks megi,
kom tú og ver mín sól.

2. Krist á krossi doyði,
dømdur, grivin var,
sakleysur, Guds sonur,
syndir heimsins bar.
kærleiki Jesu
feldi deyðan her.
Kærleiks ríki Kristus
kom tú og hjá oss ver.

3. Hann var hveitikornið,
heilagt lívsins sáð,
vøkstur vil oss veita,
mikla ást og náð.
Himnanna ljómi
lýsir grøv hans frá.
Kristus, lat tín kærleik
kveikja títt lív oss hjá.

4. Stundum verður vetur
verøld hjartans í.
Lat tú fræ títt liva,
ljósins Gud, í tí.
Gev oss títt summar
sólbirtu tíni frá.
Kristus, kom og sigra,
kom tú og ver oss hjá.

FavoriteLoadingGoym tekstin