Frægir funnu Føroya land

Janus Djurhuus
Orð: Janus Djurhuus
Lag: Kvæðalag (Stígum fast á várt gólv)
Viðmerking: Yrktur í Klaksvík í februar 1939.

1. Frægir funnu Føroya land
fjart í fornu øld,
fyrstur Grímur Kamban
í oyggjum festi tjøld.

Niðurlag: Stígum fast á várt gólv,
Føroya tunga snjøll
flytur kvæði um kappabrøgd
í dansihøll.

2. Fríð har standa hamrafjøll,
grøn er skor og líð,
har er fosturlandið
nú og alla tíð.

3. Ferðast víða Føroya børn
her á fríðu fold,
tey tó ynskja at hvíla
í fosturlandsins mold.

FavoriteLoadingGoym tekstin