Fræið

Orð: Inger Hagerup
Lag: Ø. Sommerfeldt
Týtt úr norskum: Andreas Andreasen

1. Nú lotið lítla fræið ber
fram eftir fummum langa ferð.
Út yvir gróðrarríku fold
tað dalaði í døkku mold.

2. Tað liggur nú so har og grør
og etur, drekkur vatn úr jørð.
Har er so fjálgt og myrkt og vátt,
har er so friðarligt og gott.

3. Í nátt kom regn, tað gekk á tá,
og regnið baknaði uppá;
tað segði: “Sært tú, lítli mín,
tú mennist eins og bróðir tín.

4. Og tá tú hol á takið fært,
tá eina heila verð tú sært,
har sólin vermir hól og hógv;
hon kínir lítla kinn so flógv.”

FavoriteLoadingGoym tekstin