Frælsi er ikki at loysa øll bond

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur á vetri 2007.

1. Frælsi er ikki at loysa øll bond
og lata vilja sín ráða,
flýggjandi heiman til fjarskotin lond,
hagar sítt ”frælsi” at fáa.

2. Frælsi er ikki at loyva sær alt,
– siðloysis vegir at velja,
frælsi fæst ikki, um vit hava valt
fedranna arvin at selja.

3. Frælsi er ikki at lýða sítt hold
og lata girndina valda,
frælsi er ikki alt fæ títt á fold,
– fáfongt, hvør hetta man halda.

4. Frælsi er ikki at doyva seg við
drøggi og rúsandi løgi,
missa úr eygsjón sítt mál og sítt mið,
vála í villari øði.

5. Tílíkt er trældómur stokkuta stund,
njóting og svikafull gleði,
húsið tá stendur á skinklandi grund,
syndrast av syndanna megi.

6. Syndin hon trælkar og fjøtrar várt sinn,
burtur frá Gudi oss dregur,
vendið tí aftur til faðirin inn,
meðan enn gongdur er vegur.

7. Fríur og frælsur tann trælurin er,
sum letur Jesus seg fría,
boðskapur hansara bjarging oss ber,
lívsvón og sælu so blíða.