Frælsisvónin

Orð og lag: Heri Nolsøe
Viðmerking: Yrktur í 1990 í samband við sangskrivarakapping hjá Amnesty International Føroya deild.

Sum ein mjúkur vindur
kemur ímóti mær.
Hon gevur sær góðar stundir
at lurta eftir mær.

Ja, hon er føgur og fín,
hon er frælsisvón mín.
Hon er vinsæl og blíð,
sum ein summargrasgrøn líð.

Hon sveimar í aldubroti,
mjúk sum kvøldarlotið,
Eg høvdið mót henni halli,
meðan mánin kínir fjallið.

Eg flóti burt í grønum,
eg droymi meg á bønum.
Og sólin fagurt skínur,
meðan grasið hárið kínir.

Og frælsisvónin lýsir
hvønn dag, sum sólin rísur,
tí Amnesti gevur mær treysti
ein dag kanska frælsi heysti.

FavoriteLoadingGoym tekstin