Fráferð

Orð: Petur Pólson
Lag: Petur Pólson og Bogi á Lakjuni

komin sorgblíð fráferð
stokkut er eitt tíðarskeið her
komin sorgblíð fráferð
hjartað er ein innvend rúmferð

komin sorgblíð fráferð
hjartað er ein innvend rúmferð
komin sorgblíð fráferð
sálin er ein viðvend hamferð

liv í loyndum myrkri
liv í loyndum myrkri og tú finnur fram á mál

komin sorgblíð fráferð
sálin er ein ævig hamferð

liv í loyndum ljósi
liv í loyndum ljósi og tú vinnur fram á mál

(nem við hjartað, skuggadalur
nem við hjartað, loynda sól
nem við hjartað,andadráttur
nem við hjartað, loynda sól)

FavoriteLoadingGoym tekstin