Fram á hermótið

Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

Eg búgvi í eini pappeskju.
Við mína lið havi eg ein Border Kollie.
Og tá eg fari inn í býin, heilsi eg uppá Gud og hvønn mann
Seti meg niður og koyri labbarnar fram

Men hoyri eg veruliga heima í hesum heiminum?
Eg føli meg sum sibban aftast á skúlabeinkinum.
Biddarin biddar tínar síðstu krónur,
sum fara til russiskar melónir .
Skuldi eg hjálpt tær, so sendi eg teg fram á hermótið,
So tú kundi sæð, hvussu vaksnir menn grótu.

Eg geri ikki peningsverk, so leingi eg fái mat á mín tallerk.
So eg reki fyri váð og vind.
Tey siga, tað er synd í eini býarmynd.

Men hoyri eg veruliga heima í hesum heiminum?
Eg føli meg sum sibban aftast á skúlabeinkinum.
Biddarin biddar tínar síðstu krónur,
sum fara til russiskar melónur.

Skuldi eg hjálpt tær, so sendi eg teg fram á hermótið,
So tú kundi sæð, hvussu vaksnir menn grótu.

Eg búgvi í eini pappeskju.
Við mína lið havi eg ein Border Collie

FavoriteLoadingGoym tekstin