Fram í trúgv, fram í vón og í kærleika Guds

Orð: Árni Jacobsen (1. og 2. ørindi) og Ira F. Stanphill (niðurlagið)
Lag: Ira F. Stanphill
Týtt: Árni Jacobsen (niðurlagið)

1. Fram í trúgv, fram í vón og í kærleika Guds,
hvønn ein dag fram á lívsins leið.
Harrin frelsa og varða til fulnar jú kann,
lítla fylgið hann gloymir ei.

Niðurlag: Hann er Alfa og Omega,
hann er fyrst og síðst hjá mær,
hann nógv fagrari enn tíggju túsund er.
Um ein móðir sítt bróstabarn gloyma enn kann,
er hann trúgvur – ei gloymir hann.

2. Ævigt lív, ævigt ljós, ævig gleði og vón
í tí himmalska landi er.
Harrin Jesus er sólin, ið lýsa skal har
í tí dýrd, ið av øllum ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin