Fram mót Himli, fram mót Himli

Orð: Levi Joensen
Lag: Torkil Mørkøre

1. Fram mót Himli, fram mót Himli –
kæra sál, sum Jesus fann,
tað er leiðin, sum ber lukku,
um so tár av kinnum rann.

Niðurlag: Føgru portur, føgru portur,
standa opin, standa opin.
Múrar glitra har í jaspis
fyri tær, sum Kristus vann.

2. Songur ljómar, songur ljómar
út um lívsins føgru dyr,
út um føgru, føgru múrar
av smaragdum og safir.

3. Í Guds hásæti og Lambsins
situr lívsins Harri hátt.
Hann, sum stríddi her á krossi,
fær nú heiður, dýrd og mátt.

4. Øll tey frelstu, sum vit sakna,
eru í tí fagra stað.
Skjótt úr øllum ættum gudsbørn
skulu savnast har ein dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin