Fram í stríð, tú Frelsti Skari

Týtt leysliga: Kajfinn Hammer
Lag: Bjóða hinum djúpast falnu

1. Fram í stríð, tú frelsti skari,
stíg nú fram í Jesu Navn!
Ræddur tann, sítt lív vil spara,
aldri, aldri nær hann havn!
Stór er lønin til hin djarva,
bjart er málið, trúgvin ber!
Leiðin løgd er, hvat kann darva?
Harrin, Hann jú við tær er!

2. Túsindir og aftur túsund
vita ei um frelsu, frið;
onnur háða Jesu kallan,
far og bið tey venda við!
Halt tú hátt hitt gamla Merkið,
lat tað altíð bleiktra hátt!
Jesu stríðsmenn verið sterkir;
minnist til, Hann kemur skjótt!

3. Mangt eitt sorgtyngt sinn varð troystað,
mangt eitt brotið hjarta grøtt!
Har, ið myrkrið fyrr var sterkast,
ræður nú Guðs Andi søtt.
Tó langt burt frá Jesus ganga
túsundtals av vilstum enn,
vitnið, so at øll tað hoyra,
tit Guðs kvinnur, tit Guðs menn!

4. Framá hetjur í Guðs Ríki,
fram til stríð og sigursróm!
Eingin nú má Merkið strika,
kasta frá sær frímóð, vón!
Troðka teg heilt fram í stríðið,
í tí kraft, sum trúgvin ber;
nú má røkka ella støkka,
framá, hvussu leikur fer!

FavoriteLoadingGoym tekstin