Fram við skundi, altíð framá

Orð: Albert Midlane
Lag: William L. Viner, Henry John Gauntlett
Týtt: Victor Danielsen

1. Fram við skundi, altíð framá!
Men eg spyrji, hvørja leið?
Er tað mót teim ljósu høllum,
har sum sorgin kennist ei?
Fram við skundi, fram við skundi –
sig mær, vinur, hvørja leið?

2. Fram við skundi, altíð framá!
Einki steðgar hesi ferð;
gott at vita, at ein gongur
til tann stað, har nátt ei er!
Fram við skundi, fram við skundi –
vinur sig, hvønn veg tað ber!

3. Fram við skundi, altíð framá –
mong til endaleysa neyð,
hugsa ei um sálir sínar
og tann frið, teim Harrin beyð!
Fram við skundi, fram við skundi!
Frítt á blóðið traðka tey.

4. Fram við skundi, altíð framá:
Tíðin rennur skjótt avstað;
enn er tó Guds favnur opin,
enn tað eitur tó í dag;
enn Gud kallar, enn Gud kallar –
vinur, sig til kallið ja!

FavoriteLoadingGoym tekstin