Framá, Kristi stríðsmenn, framá, hvør ið kann

Orð: Sabine Baring-Gould
Lag: Arthur Seymour Sullivan
Týtt: Petur William Háberg
Upprunaheiti: Onward! Christian soldiers

1. Framá, Kristi stríðsmenn, framá, hvør ið kann!
Hyggið upp á Jesus, undan stígur hann,
leiðir síni herlið gjøgnum vápnagleim!
Undir merki hans vit vinna sigur heim.

Niðurlag: Framá, Kristi stríðsmenn, framá, hvør ið kann!
Hyggið upp á Jesus, undan stígur hann!

2. Fyri Jesu navni Satan flýggja má,
í hans navni vit tí brynjað skulu stá;
fram, so, Kristi stríðsmenn, hevjið lovsongsrødd,
fylkist, øll Guds børn, hvar enn tit eru stødd!

3. Kongar kunnu falla, ríki knúsast brátt,
men Guds orð í ævir eiga skal sín mátt;
fram, tí, Kristi stríðsmenn, eingin vikna má,
bert ein stund – so skulu heima hvíld vit fá!

FavoriteLoadingGoym tekstin