Framman tromina

Orð og lag: Holgar Jacobsen

Har tú stendur framman styrisvøl
Og hyggur fram um stavn
Tað tykist sum tú leitar tær í havn
Men hvar eru tíni virði
og hvar er tín kabal
Tú spyrjandi har stendur
Og knýtur saman hendur
um tey virði ið tú eigur
Vilja hjálpa tær á mál

Nú tú lítur á ta farnu tíð
Og alt tað tú fekk gjørt
Tú í hugaheimi heldur verða stórt
Men hvar eru tó tey virði
ið trælbinda títt mál
Tú spyrjandi har stendur
Og knýtir saman hendur
Um tey virði ið tú eigur
vilja hjálpa tær á mál

Er nú sessur tín á tromuni títt mál
Eg trúgvi ei -eg trúgvi ei
er tín hugsjón sokkin langt
av lívsins leið
Tú trýrt tí ei-tú trýrt tí ei

Er nú mammon vorðin kongur tín
er lívsleið tín so trygg
men hvat hjálpir hetta tíni stirdu sál
Tí undir høvdapútu lívsins
Ein bankabók so stór
tú spyrjandi tá stendur
Og rættir upp tær hendur
Um tey jarðarinar virði
Vilja hjálpa tær á mál

FavoriteLoadingGoym tekstin