Framvið vandastrond

Orð og lag: Gustaf Wallteng
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Framvið vandastrond,
gjøgnum ótekt lond
ber til Himmalin tín leið;
vandar lúra her,
sál tín givin er,
ofta hómar málið ei.

Niðurlag: Lít tó á tín Guð, Hann vil vera
við tær allar dagar og teg bera,
Faðirhondsins kraft aldri svíkur,
vónríka, trygga trúgv.

2. Tagnað er tín bøn,
syndarinnar løn
trupla gjørdi tína leið.
Gjøgnum tár so stríð
gjøgnum mótgangstíð
vegin mangan sást tú ei.

3. Á tí myrku nátt
handan fongsulsgátt
hoyrdist bøn og lovsongsljóð;
vaktarmaður small,
haft av fangum fall,
og hvør sál sang glað og fró:

4. Hvør ein trúføst sál
tó skal náa mál,
hóast leiðin kennist trong.
Morgunstjørnan klár
skínur gjøgnum tár,
broytir klaguljóð til song.

FavoriteLoadingGoym tekstin