Freistað og roynd, vit undrandi spyrja

Orð: W.A. Fletcher
Lag: W.B. Stevens og Jesse R. Baxter
Týtt: Petur William Háberg
Upprunaheiti: Farther along

1. Freistað og roynd, vit undrandi spyrja,
hví er tað so, hví helmar tað ei,
meðan vit síggja onnur at liva,
spard, tó tey ganga órætta leið.

Niðurlag: Longri á leið vit svar skulu fáa,
longri á leið, har skilja vit hví,
mót! kæri bróðir, stíg út í ljósið,
vit skilja alt um stokkuta tíð.

2. Trúgvir til deyðan, segði mín Harri,
stríða og bíða enn eina tíð
mega vit, men tað verður sum einki,
tá vit gullstaðin trína inn í.

3. Skjótt kemur Jesus, kemur í skýnum,
loyst er hvør gáta, svarað hvørt hví,
tá ið vit síggja Harran har heima;
vit skilja alt um stokkuta tíð.

FavoriteLoadingGoym tekstin