Frels oss Guð frá hinum illa

Mikkjal á Ryggi
Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Boðar tú til allar tjóðir

1. Frels oss Guð frá hinum illa,
honum, sum alt ilt oss ger;
sálardráp og syndaspilla
vilji hans og virkan er;
støðugt hann oss herjar á,
sterki faðir, statt oss hjá,
burtur rek tann arga fjanda,
hjálp, at sigursæl vit standa.

2. Lat alt tæna tær til handa,
sál og likam, kraft og eyð,
varða oss í hvørjum vanda,
bjarga oss úr trongd og neyð;
varðveit okkum kristnan sið,
heilsu, lív og landafrið;
ver, o, Guð, vár lívd og verja,
skjøldur vár, tá illmenn herja.

3. Fram um alt frá heljar pínum
frels, o faðir, okkum øll,
vís tú oss við anda tínum
veg til tína ljósu høll;
tá várt eyga slókna skal,
hjálp, at øll vit fara væl,
loyst frá jarðarríkis kvølum
hittast glað í himlasølum.

FavoriteLoadingGoym tekstin