Frelsari, hevði ikki eg teg funnið

Orð: Chr. Gregor
Týtt: G. Bruun

Frelsari, hevði ikki eg teg funnið,
og hevði blóð títt fyri mær ei runnið,
hvar skuldi so eg armingin mær venda,
bøn mína senda?

Sælu og frið eg uttan teg ei fái,
tí hvar er hjarta fult sum títt av náði,
tú ert, o Jesus, tú Guðs lambið reina,
skjól mítt aleina.

FavoriteLoadingGoym tekstin