Frelsari mín

Orð og lag: John Willard Peterson
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Shepherd of love

1. Frelsari mín,
tú visti, eg vilstur var.
Frelsari mín,
tín umsorgan var fyri mær.

Niðurlag: Á oydnum veg
tú legði meg
á herðar og trygt bar meg heim.
Mítt ynski er
at standa her
hjá tínum og fylgjast við teim.

2. Frelsari mín,
Jesus, ert alt hjá mær.
Frelsari mín,
í ævir eg búgvi hjá tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin