Frelsari stóri alt fyrigevur

Fanny CrosbyIra David Sankey
Orð: Fanny Crosby
Lag: Ira David Sankey
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Blessed Redeemer, full of compassion

1. Frelsari stóri alt fyrigevur,
botnleysa náði eyga mítt sær.
Við tína trónu leiti eg skýli,
Harri, eg komi nærri at tær!

Niðurlag: Frelsari stórur, veldigur faðir,
kelda av náði, ævig hon er.
Vón teirra frelstu, ljósið í øldir.
Jesus, mín Harri, lovaður ver!

2. Frelsari stóri, tú ert mín verja,
var eg í neyð, tú uppi meg bar.
Glaður í trúnni á teg eg líti,
ynski at vera nærri hjá tær!

3. Frelsari stóri, mildur í náði,
nú og í ævir ert tú í mær.
Tú ert mín klettur, skjøldur og verja,
drag meg og halt mær nærri hjá tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin