Frelsari, sum mildur er

Orð: Handley Carr Glyn Moule
Lag: Henry Leslie
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Lord and Saviour, true and kind

1. Frelsari, sum mildur er,
mær í sinni Harri ver.
Styrk og leið tú vilja mín
til at vera vilji tín.

2. Hendur mínar vera lat
fúsar her til hjálp, so at
tað, tú hevur givið mær,
aftur eg kann bera tær.

3. Virki títt sum mið og mál
brenni so í míni sál,
at mítt lív kann verða nýtt
fyri teg og ríki títt.

4. Ven tú meg til lívsins skeið,
so eg gangi tína leið.
nýti búnan, tú mær beyð,
tíni vápn og kenni tey.

5. Tú mær skapti sinn og sál,
tey at nýta er mítt mál.
Lívið vann tín deyði mær,
mátt mín tí eg veiti tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin